Ferðavinnuætlan fyri Vág verður løgd fram í morgin

Ferðavinnuætlan fyri Vág verður løgd fram í morgin
Endamálið við ætlanini er at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum er bygd á virðing fyri náttúru, djóralívi, heimafólki, vinnulívi og mentanini
Ferðavinnan í Vágs kommunu skal skapa virði og trivnað fyri ferðandi, heimafólk og vinnuna, samstundis sum hon verjir og varðveitir tað, sum ger Vágsbygd serliga, sigur býráðið.
Mynd: Vágs kommuna  
 
07.04.2026 - 08:35

Ferðavinnuætlanin fyri Vágs kommunu verður løgd fram í Miðlatúni seinnapartin í morgin.

Býráðið samtykti ætlanina 26. mars.

Arbeiðið at orða ferðavinnuætlanina byrjaði í fjør heyst.

Endamálið við ætlanini er at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum er bygd á virðing fyri náttúru, djóralívi, heimafólki, vinnulívi og mentanini. 

Ferðavinnan í Vágs kommunu skal skapa virði og trivnað fyri ferðandi, heimafólk og vinnuna, samstundis sum hon verjir og varðveitir tað, sum ger Vágsbygd serliga, sigur býráðið.

Kommunurnar skuldu lata landsstýrinum ferðavinnuætlan á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334