Nýggj útvarpsrøð: Tey feitu árini hjá Havnar Jazzfelag

Nýggj útvarpsrøð: Tey feitu árini hjá Havnar Jazzfelag
Hopphøvd og Perlutrøll er nýggj útvarpsrøð, har vit lýsa fyrstu, hendingaríku árini hjá Havnar Jazzfelag, ið nú hevur hálva øld á baki
Yvirskriftin til sendirøðina eru lýsingarorð, sum eitt av dagbløðunum javnan brúkti um fólkini, sum gingu í Perluni. 
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
07.04.2026 - 13:22

Hopphøvd og Perlutrøll er útvarpsrøð í fýra pørtum. Fyrsti partur er á skrá í dag, týsdag, klokkan 17.05. Lurta í útvarpinum ella á KVF Ljóð. 

 

Tað var ein sjáldsamur virkishugur í Havnar Jazzfelag, tá felagið var stovnað. Her sást tú kremið innan rútmiskan tónleik í landinum. Í hesum umhvørvi var ein forvitnisligur pallur, sum var nýggjur. Bæði hjá teimum, ið spældu, og teimum, ið lýddu á. Skapanarhugurin var í hásæti. Tónleikur varð smíðaður, tikin upp og givin út. Brádliga fleirfaldaðust føroysku plátuútgávurnar. Ungir spírar búnaðust og sprettu. Hin virkna nevndin, sum fleiri ungfólk mannaðu, fekk í lag nógvar spennandi vitjanir uttaneftir. 

Eftir fáum árum vóru fleiri enn túsund limir í Havnar Jazzfelag. Fleiri enn hundrað konserttiltøk vóru árliga, tá virksemið var av tí mesta. Og fleiri nýggjar føroyskar jazzplátur við nýskrivaðum føroyskum instrumentaltónleiki komu á hvørjum ári. Felagið húsaðist ymsastaðni, fyrst í Gamla Klubba, síðani gamla B36-húsinum, seinni í veitsluhøll Klubbans, og frá 1980 til 1983 fekk felagið innivist í Perluni í Vágsbotni. Árini í Perluni mundu vera tey hendingaríkastu. 

Hoyr fyrsta part av útvarpsrøðini:

Hopphøvd og Perlutrøll (1:4)


Tey feitu sjey árini 

Í hesi røðini lýsa vit tey feitu sjey árini hjá Havnar Jazzfelag frá 1976 til 1983. Havnar Jazzfelag var formliga stovnað 29. apríl 1976. Men á heysti 1983 kemur stígur í. Tá missir Havnar Jazzfelag felagshølini í Vágsbotni. Býráðið, sum átti Perluna, hevði skund. Tíðliga á morgni 17. september 1983 tók ein brøyt húsið niður. Eftir hetta seyraði luftin úr ballónini í tí felagsskapi, sum hevði verið ein kreativur kraftdepil í býnum. Jazzfelagið stóð á berum. Eftir fáum árum árum minkaði limaskarin úr 1.400 niður í 110. Konserttiltøkini, sum í 1980 til 1982 høvdu verið á leið 120 um árið, fækkaðu í 1984 niður í tretivu tiltøk.


Nýggj byrjan

Stigtakarin og høvuðsmaðurin í Havnar Jazzfelag var Kristian Blak. Hann kemur til Føroya í 1974 at vera læraravikarur í Hoydølum. Við honum byrjar ein nýggj rørsla. Eitt nýtt medvit vaknar. Kristian skundar fyrst undir fólkatónleikin. Tað byrjar við Spælimonnunum í Hoydølum. So kemur jazzurin. Jazzur hevði verið í Føroyum frá eldri tíðum, men Kristian festir í aftur.

Borgaraskapurin var á varðhaldi um stóru undirtøkuna millum tey ungu fyri Jazzfelagnum. Í Perluni var gangur og ólevnaður, hildu fleiri. Yvirskriftin til sendirøðina eru lýsingarorð, sum eitt av dagbløðunum javnan brúkti um tey, sum gingu í Perluni. 

Í fyrsta parti siga vit søguna um upprunan til jazz í Føroyum. Vit eru í ervi hjá Gágguni, sum slóðaði fyri jazztónleiki í Føroyum. Sama ár, sum Gággan leggur árarnar inn, verður Havnar Jazzfelag stovnað. Vit hoyra um fyrstu tíðina og fyrstu plátuna hjá Havnar Jazzfelag, sum kom í 1977.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204