Pengar úr ALS til útlendingar skulu avmarkast til ein arbeiðsgevara

Pengar úr ALS til útlendingar skulu avmarkast til ein arbeiðsgevara
Arbeiðsloysisskipanin hevur viðgjørt eitt mál um arbeiðsloysisstuðul, og Kærustovnurin staðfesti avgerðina hjá ALS
Arbeiðsloysisskipanin noktaði umsókn, tí ALS fekk ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sum var avmarkað til ein arbeiðsgevara.
 
09.04.2026 - 14:18

Skulu tey, sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, fáa pengar frá ALS, skal loyvið vera avmarkað til ein arbeiðsgevara.

Tí annars kunnu fólk ikki metast at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum, tí tey ikki kunnu átaka sær eitt og hvørt fulltíðarstarv í Føroyum. 

Tað sigur ALS.

Og tað sigur Kærustovnurin eisini.

Kært var um eina avgerð hjá Arbeiðsloysisskipanini um at nokta at lata arbeiðsloysisstuðul frá 31. januar til 15. apríl í fjør.

 

Avgerðin staðfest

Kærustovnurin staðfesti avgerðina hjá ALS.  

Orsøkin til, at ALS noktaði, var, at ALS ikki fekk arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sum var avmarkað til ein arbeiðsgevara.

Tað er treytin fyri at lata arbeiðsloysisstuðul.

Fólk, sum hava tíðaravmarkað arbeiðs- og uppihaldsloyvi og ikki hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, kunnu søkja um at sleppa undan at gjalda ALS pengar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040