Sangarin í Rival Sons í RagnarRokki í kvøld

Sangarin í Rival Sons í RagnarRokki í kvøld
Í yvir 15 ár hevur Jay Buchanan verið kendur sum sterka røddin í framúrskarandi amerikanska rokkbólkinum Rival Sons. Nú roynir Buchanan seg á egnum beinum fyri fyrstu ferð
Mynd: Matthew Wignall / Jay Bucanan á Facebook  
 
09.04.2026 - 19:32

Um tú ikki hevur hoyrt Jay Buchanan sungið, so mást tú gera tær sjálvum tann beina at fara at lurta. 

Rival Sons telist millum sterkastu bluesrokkbólkar í heiminum, og ein av orsøkunum er sangarin Jay Buchanan, ið gongur í fótasporunum hjá eitt nú Robert Plant og øðrum sterkum rokkrøddum. 

Rokksangarin arbeiddi upprunaliga í byggivinnuni handan hav, áðrenn hann fyri 15 árum síðani bleiv limur í Rival Sons, og restin er søga.

 

Ein meira persónlig síða

Nú roynir Jay Buchanan seg so fyrstu ferð á egnum beinum. Við fyrstu soloútgávu síni, "Weapons of Beauty", vísir Buchanan eina meira inniliga og persónligari síðu.

Í hesum sambandi er Jay Buchanan gestur hjá Ragnari A. Jacobsen í RagnarRokk. 

"Weapons of Beauty" er ikki bara ein solopláta, men ein long ferð um kærleika, iva, vón og longsul, greiðir Rival Sons-oddamaðurin frá.

 

Eitt kærleiksbræv til lívið

Plátan er skrivað í einsemi í einum bunkara í Mojave-oyðimørkini. Fyri at fáa íblástur søkti Buchanan einsemi, og í tríggjar mánaðir var hann púra einsamallur í bunkaranum, har teir flestu av teimum níggju sangunum á "Weapons of Beauty" eru skrivaðir.

Jay Buchanan greiðir Ragnari A. Jacobsen frá, at hann, umgirdur av myrkri, friði og villari náttúru, leitaði eftir nøkrum reinari og veruligari í sínari tónlist.

"Burturúr hesum er sprottin ein útgáva, sum kennist sum eitt langt, opið kærleiksbræv ikki bara til eitt menniskja, men til lívið sum heild."

 

Úr skugganum 

Jay Buchanan prátar eisini um at finna sína egnu rødd, tá tú stígur út úr skugganum av einum stórum rockbólki.

Í Rival Sons skrivar Buchanan størsta partin av tónleikinum saman við Scott Holiday, men á Weapons of Beauty hevur hann skriva alt sjálvur og tað hoyrist heldur hann.

Útgávan er gjørd í tøttum samstarvi við David Cobb, viðurkenda framleiðaran sum Buchanan eisini hevur arbeitt saman við í Rival Sons.

Í sendingini vera allir níggju sangirnir á plátuni spældir. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: 
Hóskvøld kl. 21, og tá ið tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961