Vága Floghavn fer sjálv at hava tollfría sølu

Vága Floghavn fer sjálv at hava tollfría sølu
Felagið Gist&Vist fer at reka matarstøðini í nýggju farstøðini á flogvøllinum
 
20.12.2013 - 11:55

Vága Floghavn fer sjálv at hava tollfríu søluna á flogvøllinum, tá nýggja farstøðin verður tikin í brúk, væntandi í mai mánaði.

Nevndin fyri Vága Floghavn hevur - av strategiskum orsøkum, sum tey siga - valt at taka útboðið av tax-freesølu aftur, og sjálv reka søluna. Í august varð raksturin var matarstøðum og tax-free sølu í nýggju farstøðini annars boðin alment út, og inn komu tilsamans fimm tilboð, upplýsir Vága Floghavn í tíðindaskrivi.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, vil ikki gera viðmerkingar til avgerðina í dag. Men hann sigur í tíðindaskrivi, at tað er vanligt, at floghavnir sjálvar reka taxfree-sølu. Atlantsflog hevur annars rikið faxfree-søluna á flogvøllinum seinastu árini.

Tíðin búgvin at reka sjálvir

- Vit vilja takka teimum fyri sera gott samstarv, men vit halda tó, at tíðin er búgvin til, at Vága Floghavn yvirtekur raksturin, tá avtalan gongur út, sigur Jákup Sverri Kass.

Floghavnin fer nú at gera avtalur við veitarar, flutningsfeløg og onnur um taxfree-søluna, men longu nú er greitt, at høvuðsveitarin til søluna verður týska heilsølan Heinemann.

Nevndin í Vága Floghavn hevur eisini gjørt av, at felagið, sum eitur Gist & Vist,  fer at reka matarstøðini, tá nýggja farstøðin á flogvøllinum letur upp. Gist & Vist er felag, sum eisini fevnir um Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hvonn, Etika og onnur gistingar- og matarstøð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373