Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl framføra Poetikus

Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl framføra Poetikus
Børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum í døgunum 11.-15. apríl
 
10.04.2026 - 11:20

Symfoniorkestrið framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn. Søgan er egnað til allar aldursbólkar yvir fýra ár. 

Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum syngjandi havfrúgvin, og Jón Festirstein hevur leiklutin sum Poetikus. Á konsertini verður eisini annar tónleikur - tónleikur, sum fólk flest kenna væl. 

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu og teimum eldru. 

Almenna konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. apríl kl. 15.00. Vikuna eftir koma børn úr øllum Føroyum til afturvendandi barnakonsertirnar hjá orkestrinum.
  
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire 
Solistur: Beinta Ingeborg Greve
Frásøgufólk: Jákup Dahl 
Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen 
Søga/tekningar: Edward Fuglø
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360