Aksel V. Johannesen: "Oljuavgjaldið verður lækkað beinanvegin"

Aksel V. Johannesen: "Oljuavgjaldið verður lækkað beinanvegin"
Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, fer beint til verka í fíggjarmálaráðnum í morgin, tí hann ætlar at lækka oljuavgjaldið í eitt avmarkað tíðarskeið
Bjarni Árting Rubeksen
13.04.2026 - 15:17

Longu í morgin ætlar nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, fyrrverandi løgmaður Aksel V. Johannesen, at fyrireika eitt uppskot um at lækka oljuavgjøldini í eitt avmarkað tíðarskeið, sum skal berast niðan í løgtingið. 

"Vit tosa um einar tríggjar ella fýra mánaðir fyri fyrst, so tað verður eitt sindur lættari hjá teimum, ið eru tengd at oljuni. Hvussu nógv tann lættin verður, tori eg ikki at lova, men tað skal gera mun. 

Spurdur, hvussu tað verður at arbeiða undir bróðursoninum, ið nú er løgmaður, svaraði Aksel V. Johannesen. 

"Beinir hevur sitið í løgtinginum síðani 2019, í sjey ár, so tað lærir mann eisini, at halda ting atskilt."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952