11 vilja verða leiðari í Kvinnuhúsinum

11 vilja verða leiðari í Kvinnuhúsinum
Umsóknarfreistin til at gerast leiðari í Kvinnuhúsinum fór í gjár, og tá avtornaði, so vilja 11 vera leiðari í Kvinnuhúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 11:29

11 umsóknir komu inn til leiðarastarvið í Kvinnuhúsinum.

Umsóknarfreistin fór í gjár.

Kvinnuhúsið hevur viðtalur við einstaklingar og samrøðubólkar.

Kvinunuhúsið bjóðar kvinnum og monnum ráðgeving og vegleiðing. Eisini kunnu kvinnur og børn gista á Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum í avmarkaða tíð.

 

Umsita og reka Kvinnuhúsið

Eyðvør Tausen Olsen hevur verið leiðari í Kvinnuhúsinum síðan september í 2022. 

Síðan hon fór frá sum leiðari, hevur Luciana Santos virkað sum fyribils leiðari.

Leiðarin skal, saman við nevndini í Kvinnuhúsfelagnum, umsita og reka Kvinnuhúsið. Starvið verður sett sum skjótast. Setanarsamrøður byrja í næstu viku, sigur Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna í Kvinnuhúsfelagnum.

Kvinnuhúsið byrjaði 1. oktober í 1990.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890