Føroyskt bátasmíð í vanda fyri at hvørva

Føroyskt bátasmíð í vanda fyri at hvørva
Tjóðsavnið, føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna fara í næstu viku at koma saman fyri at viðgera, hvussu mentanin kring føroyska bátin kann trívast í framtíðini
17.04.2026 - 19:43

Tjóðsavnið hevur nakrar nakrar føroyskar bátar í varðveitslu, sum eru til framsýningar. Men tað heldur stjórin ikki vera nóg mikið. Stóra avbjóðingin er, hvussu vit kunnu gera ein tørv, og hvussu vit kunnu skapa nýtsluna av føroyska bátinum frameftir, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

Viðurkendur mentanararvur
Føroyski báturin hevur stóran týdning. Kirkjubømúrurin er eitt dømi um eitt deytt ting, sum hevur stóran týdning fyri føroyska mentan og samleika. Báturin er ein livandi siðvenja, sum hevur líka stóran týdning fyri, hvussu vit skilmarka okkum, og hvussu vit siga, hvørji vit eru, sigur Herleif Hammer.

Í 2021 kom føroyski báturin á UNESCO-listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini.

Hvussu kann bátamentanin yvirliva?
Týsdagin í næstu viku fara Tjóðsavnið, føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommunu at viðgera, hvat skal til, um mentanin kring føroyska bátin skal yvirliva. Tað verður í Borg á GLyvrum.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373