Heimasíðan tidarrit.fo verður niðurløgd

Heimasíðan tidarrit.fo verður niðurløgd
Frameftir fer ikki at bera til at sita heima og lesa gomul føroysk tíðindabløð. Tað upplýsir Landsbókasavnið. Tøkniligi pallurin verður niðurlagdur
20.04.2026 - 19:25

Í dag kunnu øll síggja og lesa gomul føroysk tíðindabløð, tíðarrit og líknandi á heimasíðuni tíðarrit.fo. Men í seinastu viku boðaði Landsbókasavnið frá, at skipanin ikki verður tøk í framtíðini.

Tíðarrit.fo brúkar eina skipan frá fyritøkuni infomedia. Men eftir eina samanlegging hevur veitarin boðað frá, at skipanin ikki verður tøk, tá hesin mánaðurin er liðugur.

Inn á Landsbókasavnið at lesa
Fyrr máttu fólk inn á Landsbókasavnið at hyggja eftir mikrofilmum, um tey vildu síggja gomlu bløðini. Nú, tá heimasíðan tíðarrit.fo ikki longur verður tøk, mugu fólk aftur inn á Landsbókasavnið í Havn fyri at síggja gomlu bløðini.

Landsbókasavnið hevur kannað møguligar aðrar pallar, sum kunnu hýsa føroysku bløðunum.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201