Iran fer ikki at samráðast við USA

Iran fer ikki at samráðast við USA
Almenna fráboðanin er framvegis, at Iran, sum støðan er, fer ikki til samráðingarborðið
Samráðingarnar millum Iran og USA skulu vera í Islamabad í Pakistan, men Iran ætlar ikki at fara til samráðingarborðið.
Mynd: Aamir Qureshi/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.04.2026 - 11:34

Eingin iransk sendinevnd er farin til Pakistan at vera við í friðarsamráðingum við USA.

Tað skrivar Reuters, sum endurgevur almennar iranskar miðlar.

Fleiri altjóða miðlar hava skrivað, at iransk umboð fóru at vera við í samráðingum við USA. Men iranar avsanna hesi tíðindini. 

Almenna fráboðanin er framvegis, at Iran, sum støðan er, fer ikki til samráðingarborðið

Um ein amerikonsk sendinevnd er farin til Pakistan, er óvist, men sambært amerikanska forsetanum, fer ein sendinevnd til pakistanska høvuðsstaðin Islamabad at samráðast við Iran.

 

Varaforsetin við

Í morgun frættist, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, verður partur av sendinevndini, sum fer til Islamabad.

Tað skrivar amerikanski miðilin, Axios.

Eftir at USA og Ísrael lupu á Iran í endanum á februar, blivu partarnir samdir um eina vápnahvíld 8. apríl.

Vápnahvíldin fer úr gildi annaðkvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155