Trump fer ikki at leingja vápnahvíldina við Iran

Trump fer ikki at leingja vápnahvíldina við Iran
Amerikanski forsetin væntar, at álopini verða tikin uppaftur, um semja ikki fæst, áðrenn vápnahvíldin fer úr gildi í morgin
Donald Trump, forseti, sigur, at hann ætlar ikki at leingja vápnahvíldina við Iran.
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.04.2026 - 15:11

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer ikki at leingja vápnahvíldina millum USA og Iran.

Tað sigur hann í telefonsamrøðu við amerikanska miðilin, CNBC.

Hann leggur aftrat, at USA stendur sterkt í samráðingunum og fer at fáa eina "góða avtalu" við Iran, skrivar Reuters.

Samstundis sigur hann í samrøðuni, at hann væntar, at álopini í Iran verða tikin uppaftur, um partarnir ikki finna eina semju, áðrenn vápnahvíldin fer úr gildi í morgin.

Nýggjar samráðingar millum USA og Iran skuldu eftir ætlan byrja í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, í gjár, men Iran noktaði at halda fram við friðarroyndunum, skrivar norska kringvarpið.

 

Ivi um samráðingarnar

Ivasamt er, um partarnir hittast til nýggjar samráðingar, áðrenn vápnahvíldin millum londini fer úr gildi í morgin.

Eftir ætlan skuldi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance - sum partur av amerikonsku sendinevndini - til pakistanska høvuðsstaðin Islamabad at samráðast við Iran.

Men framvegis hava amerikanskir myndugleikar ikki váttað, at sendinevndin hevur sett kós móti Pakistan.

Almenna fráboðanin frá Iran er framvegis, at sum støðan er, fer Iran ikki til samráðingarborðið.

Eftir at USA og Ísrael lupu á Iran seint í februar, blivu partarnir samdir um eina vápnahvíld 8. apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179