SjóGló er danmarksmeistari í íverksetan

SjóGló er danmarksmeistari í íverksetan
Vinnandi verkætlanin er at gera vitaminir úr fiskaskræðu og við tí gagnnýta føroyska rávøru til eina nýggja, virðismikla og burðardygga vøru
Í SjóGló eru Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg, allar í níggjunda flokki í Eysturskúlanum.
 
22.04.2026 - 08:30

SjóGló úr Eysturskúlanum í Havn vann í gjár danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Kappingin var í Kolding.

Hon var fyri næmingar í áttanda til tíggjunda flokk í fólkaskúlanum í Danmark, Grønlandi og Føroyum. 

Dentur verður lagdur á nýhugsan, burðardygd og altjóða sjónarmið.

Tey, sum kappast, skulu eisini vísa, hvussu verkætlanirnar samsvara við heimsmálini hjá ST um burðardygga menning.

SjóGló var við, tí SjóGló vann SkúlaFM 2026, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.

 

Vitaminir úr fiskaskræðu

Vinnandi verkætlanin er at gera vitaminir úr fiskaskræðu og við tí gagnnýta føroyska rávøru til eina nýggja, virðismikla og burðardygga vøru.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at vøran hjá SjóGló er sera tíðarhóskandi, væl ment og roynd.

Eisini søgdu dómararnir, at tær vóru sera djarvar at taka á seg so stóra verkætlan, uttan nakrar royndir frammaundan.

Í SjóGló eru Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg, allar í níggjunda flokki í Eysturskúlanum.

Lærarar eru Asta Eysturdal Nielsen og Johann J. Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974