Bara sløk helvt av pensjónum er sett í íløgur

Bara sløk helvt av pensjónum er sett í íløgur
Serliga í Norðoyggjum eru fáar pensjónir í íløgum, og hjá kvinnum er áhugin og vitanin um íløgur lítil, vísir kanning hjá Føroya banka
43 prosent av teimum spurdu svara, at pensjónin er ikki sett í íløgur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2026 - 08:14

Bara sløk helvtin av pensjónunum er sett í íløgur.

Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Føroya banka, sigur, at 43 prosent av teimum spurdu søgdu, at teirra pensjón ikki er sett í íløgur. 

Hjá 20 prosentum er pensjónin í íløgum. 14 prosent søgdu seg ikki vita.

Í kanningini var eisini spurt um áhugan fyri og vitanina um íløgur.

Hann er lítil. Bæði áhugin og vitanin er serliga lítil hjá spurdu kvinnunum.

 

Serliga í Norðoyggjum

Serliga í Norðoyggjum eru fáar pensjónir í íløgum.

Har svaraðu 63 prosent, at tey ikki hava sett pensjónina í íløgur. 

Til samanberingar er talið í høvuðsstaðnum 40 prosent og í Eysturoynni 39 prosent.

Onnur hvør kvinna hevur ikki sett pensjónina í íløgur. Hjá monnunum er talið 37 prosent.

Av teimum spurdu, sum hava børn undir 18 ár, svara bara níggju prosent, at barnasamansparingin er sett í íløgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373