Trump boðið Putin á G20-toppfund í USA

Trump boðið Putin á G20-toppfund í USA
Amerikanski forsetin verður vertur fyri fundinum fyri 20 teimum størstu búskapunum í heiminum, sum verður í Florida í desember
Vladimir Putin og Donald Trump, tá teir høvdu toppfund í Alaska. Nú hevur Trump boðið Putin á toppfund í G20 í desember.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.04.2026 - 09:54

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bjóðar russiska forsetanum, Vladimir Putin, til G20-toppfundin, sum verður í Miami í Florida í desember.

Trump hevur lovað stórslignan fund, tá USA verður vertur fyri 20 teimum størstu búskapunum í heiminum.

Eitt embætisfólk í Hvítu Húsunum segði í gjár, at Putin er millum tey innbodnu. Russland er eitt av londunum í G20.

- Allir G20-limirnir verða bodnir til ráðharrafundirnar og leiðaratoppfundin, stendur í fráboðan frá Hvítu Húsunum.

Trump viðmerkti seinni sjálvur boðini, tá hann hitti tíðindafólk.

 

Veit ikki um Putin kemur

Trump tyktist ikki vita meira um innbjóðingina:

- Eg veit ikki, um hann kemur. Eg ivist í, um hann kemur, um eg skal vera erligur.

Trump fanst at fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama, fyri at hava koyrt Russland úr táverandi G8-felagsskapinum. Tað var amerikanska svarið til innrásina hjá Russlandi í Ukraina í 2014, har russar løgdy Krim-hálvoynna undir seg.

- Putin var sera argur um tað, og tað skilji eg væl, segði Trump.

Enn hevur Putin ikki tikið støðu til, um hann kemur á G20-fundinum í ár, segði Kreml í gjár

Putin hevur ikki verið á G20-toppfundi síðani 2019, fyrst orsakað av koronufarsóttini og síðani orsakað av Ukraina-krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037