Mintust falnar norðurkoreiskar hermenn í Kursk

Mintust falnar norðurkoreiskar hermenn í Kursk
Norðurkorea hevur sent umleið 14.000 hermenn at berjast fyri Russland í krígnum móti Ukraina
Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, heldur røðu á minningarhaldinum í Pyongyang í gjár.
Mynd: Kcna/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2026 - 08:33

Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, hitti í gjár russiska verjumálaráðharran í Pyongyang. Kim segði, at Norðurkorea framhaldandi fer at stuðla Russlandi, sambært KCNA.

- Norðurkoreiska stjórnin fer framhaldandi at stuðla politikkinum hjá Russlandi um at verja sjálvræði, økisrætt og trygdaráhugamál, segði Kim, tá ein russisk sendinevnd, harímillum russiski verjumálaráðharrin, Andrei Belousov, vóru til eitt minningarhald í Pyongyang í gjár fyri norðurkoreiskar hermenn, sum lótu lív í bardøgum í Kursk-økinum.

Norðurkorea hevur sent umleið 14.000 hermenn at berjast fyri Russland í krígnum móti Ukraina. 

 

6.000 hermenn latið lív

Sambært suðurkoreiskum, ukrainskum og vesturlendskum keldum hava í minsta lagi 6.000 norðurkoreiskir hermenn latið lív, ella eru særdir, fyrst og fremst í Kursk.

- Sálirnar hjá teimum falnu skulu liva í allar ævir við stóra heiðrinum, sum tey vardu, segði Kim í talu síni á minningarhaldinum, sambært KCNA.

Tíðindastovan skrivar eisini, at londini hava umrøtt altjóða politisku støðuna.

Í gjár skrivaðu almennar russiskar tíðindastovur, at Russland og Norðurkorea eru samd um at fáa í lag støðugt og langtíðar hernaðarligt samstarv, og at tey seinni í ár fara at skriva undir samstarvsætlan fyri tíðarskeiðið 2027 til 2031.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781