Noreg fer at framleiða dronur til Ukraina

Noreg fer at framleiða dronur til Ukraina
Framleiðslan í Noregi kann byrja, tá neyðugu útflutningsloyvini eru givin, sigur norska verjumálaráðið
Zelenskyj, forseti, og Jonas Gahr Støre, tá ukrainski forsetin var á vitjan í Oslo fyrr í hesum mánaðinum.
Mynd: Cornelius Poppe/NTB/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2026 - 11:48

Noreg og Ukraina hava skrivað undir avtalu um at framleiða ukrainskar dronur í Noregi.

Tað boðar norska stjórnin frá.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kunngjørdu fyrstu ferð dronuavtaluna, tá Zelenskyj var á vitjan í Noregi fyrr í hesum mánaðinum.

Nú hava norska og ukrainska verjumálaráðið undirskrivað avtaluna um fyrstu norsku-ukrainsku "Build with Ukraine"-verkætlanina, skrivar verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Framleiðslan í Noregi kann byrja, tá neyðugu útflutningsloyvini eru givin, sigur norska verjumálaráðið.

 

Týdning fyri trygdina

- At stuðla verjuna hjá Ukraina er tað týdningarmesta vit gera fyri norsku trygdina. Hetta er samstarv, sum gagnar báðum londum, sigur verjumálaráðharrin Tore O. Sandvik, í tíðindaskrivinum.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Mykhailo Fedorov, fegnast um stuðulin og sigur, at tær 15 milliardir norsku krónurnar úr Noregi styrkja beinleiðis ukrainsku deildunum á hermótinum.

- Noreg fær møguleika at framleiða tøkni, sum hevur prógvað sín effektivitet í bardaga, meðan Ukraina fær dronurnar, sum eru neyðugar fyri at fáa leiðsluna aftur á hermótinum. Hetta er satt vinn-vinn samstarv, sigur verjumálaráðharrin í Ukraina, Mykhailo Fedorov, í tíðindaskrivinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025