Arbeiðið við standmyndini var ein kensluborin tíð

Arbeiðið við standmyndini var ein kensluborin tíð
Hjá Lív Eidesgaard, listakvinnu, er hugskotið til standmyndina runnið úr sorgini yvir beiggjan Sjúrð, sum druknaði fimm ára gamal
Lív Eidesgaard, listakvinna, tá standmyndin, sum hon hevur gjørt, var avdúkað í Oyndarfirði í gjár.
 
27.04.2026 - 14:11

Fyri Lív Eidesgaard og hini í familjuni hevur arbeiðið við standmyndini "Vónarinnar ljós," sum var avdúkað í Oyndarfirði í gjár, verið ein kensluborin tíð. 

Tí hugskotið er runnið úr sorgini yvir beiggjan Sjúrð, sum druknaði fimm ára gamal.

Lív Eidesgaard er í fyrsta lagi listamálari, og hevur eisini arbeitt eitt sindur við glasi, men at arbeiða við bronsu var fremmant fyri henni, áðrenn hon fór undir at gera standmyndina "Vónarinnar ljós."

Standmyndin, sum í gjár var avdúkað í fjøruni í Oyndarfirði, er ein "klettur", stoyptur í bronsu og prýddur við glaslist, millum annað einum glugga, sum vónarinnar ljós skínur ígjøgnum, tá sólin stendur í suðri.

Fleiri hundrað fólk vóru komin saman til avdúkingina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27042026_Standmynd_Oyndarfjordur

 

 

Myndir: Ingolf S. Olsen

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065