Semingsstovnurin roynir at mýkja støðuna

Semingsstovnurin roynir at mýkja støðuna
Sáttmálin millum Reiðarafelagið og nøkur manningarfeløg var longdur eina viku, og hann fer út gildi á midnátt fríggjakvøldið
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2026 - 13:55

Lítið er at frætta frá semingsroyndini, sum er millum Reiðarafelagið og nøkur manningarfeløg.

Sáttmálin fór úr gildi 1. apríl, men bleiv longdur til 24. apríl, meðan partarnir enn samráddust. Teir partarnir eru Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag.

Tá samráðingarnar ikki bóru á mál, kom Semingsstovnurin uppí. Sum skilst var tað Reiðarafelagið, sum sendi boð eftir Semingsstovninum.

Semingsstovnurin kann krevja sáttmálar og annað tilfar frá pørtunum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, vil ikki at gera samrøðu um málið í dag, men í seinastu viku segði hann við Kringvarpið, at hann hevði fingið tilfar frá pørtunum.

Í løtuni er samband við partarnar, og roynt verður at mýkja støðuna, sum tikið verður til.

 

Fiskimannafelagið eisini við

Annars hevur ivi tikið seg upp, um Fiskimannafelagið er við í semingini ella ikki.

15. apríl boðaði Fiskimannafelagið frá, at felagið enn samráddist, og at tað tá ikki var í seming.

Og hósdagin í seinastu viku segði Fiskimannafelagið við Kringvarpið, at semingsroynd var millum Reiðarafelagið og Føroya skipara- og navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, men at Fiskimannafelagið ikki var partur av semingsroyndini.

Men í dag skilst, at Fiskimannafelagið - so ella so - er partur av semingsroyndini.

Jan Højgaard vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men vísir til Terja Sigurðsson, semingsmann.

Semingsstovnurin longdi í síðstu viku sáttmálan eina viku aftrat, og sum er fer hann úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439