Tveir jødiskir menn stungnir við knívi í London

Tveir jødiskir menn stungnir við knívi í London
Ein 45 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd
Álopið var í einum grannalagi í norðara parti av London, har nógvir jødar búgva, skrivar BBC.
Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.04.2026 - 15:47

Tveir jødiskir menn eru stungnir við knívi í London seinnapartin.

Menninir, sum eru í sjeytiárunum og tríatiárunum, hava fingið álvarsligar skaðar, men eru ikki í lívsvanda.

Álopið var í einum grannalagi í norðara parti av London, har nógvir jødar búgva, skrivar BBC.

Tann, ið er undir illgruna fyri at hava framt álopið, royndi eisini at stinga løgreglufólk, sum komu á staðið.

 

Skuldsettur fyri drápsroynd

45 ára gamli maðurin er nú handtikin, skuldsettur fyri drápsroynd.

- Vit royna nú at fáa greiði á,  hvør maðurin er, og hvønn tjóðskap hann hevur, upplýsir Metropolitan Police.

Í løtuni kennir løgreglan ikki orsøkina til kníválopið, men álopið verður viðgjørt sum ein yvirgangsatsókn.

Seinastu tíðina hava verið fleiri royndir at seta eld á sýnagogur í London.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, segði í undirhúsinum seinnapartin, at álopið er ógvuliga órógvandi, og at álop sum hesi skulu halda uppat.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598