Reiðarafelagið viðger støðuna eftir miseydnaðu semingsroyndina

Reiðarafelagið viðger støðuna eftir miseydnaðu semingsroyndina
Tað ger samráðingarnar truplar, at manningarfeløgini samráðast hvør sær, sigur stjórin í Reiðarafelagnum
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
04.05.2026 - 13:26

Reiðarafelagið fer í hesi vikuni at viðgera støðuna, eftir at semingsroyndin miseydnaðist í seinastu viku.

Tað er trupult fyri samráðingarnar, at manningarfeløgini samráðast hvør sær, heldur Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag.

 


Jan Højgaard.

 


Annfinnur Garðalíð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, hava báðir gjørt vart við tilfeingisgjaldið.

Skulu broytingar gerast í sáttmálunum, so heldur formaðurin í Reiðarafelagnum, at javnvág má vera í.

Fiskimannafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hava sagt við Kringvarpið, at nú eru allir møguleikar opnir.

Stefan í Skorini vil ikki siga, hvørjar møguleikar Reiðarafelagið hevur í løtuni, men visir á, at felagið fer at viðgera støðuna í vikuni. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04052026_Reidarafelagid

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595