Rósan nummar 10 til World Cup II

Rósan nummar 10 til World Cup II
Estetiska kvinnuliðið Rósan hjá Støkk endaði nummar 10 av 30 liðum til World Cup II-stevnuna, sum var í París um vikuskiftið. Kvinnuunglingarnir hjá Ljósinum fingu 11. pláss
Mynd: Fimleikafelagið Støkk  
 
04.05.2026 - 13:40

Estetiska kvinnuliðið Rósan hjá fimleikafelagnum Støkk endaði nummar 10 til World Cup II-stevnuna, sum hevur verið í París um vikuskiftið.

30 lið vóru við í kappingini, og 12 teirra komu í finaluna. Eitt av teimum var Rósan, sum endaði á 9. plássi millum tey 12 sunnudagin. Stigini vóru kortini lagd saman við úrslitið í innleiðandi kappingini, og so vóru føroyingarnir á 10. plássi. 

Kvinnuliðið hjá Ljósinum, Lyra, sum hevur vunnið á Rósuni í øllum trimum steypakappingunum í vetur, kom akkurát ikki í finaluna. Tær vóru 0,2 stig ov stuttar. Russiska liðið Expressia vann kappingina.

Kvinnuunglingarnir hjá Ljósinum, Norma, megnaði eisini at koma í finaluna, og tær endaðu samanlagt nummar 11 av 24 liðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136