Landbúnaðarstuðulin skal skipast eins og stuðulin til skipasmíð

Landbúnaðarstuðulin skal skipast eins og stuðulin til skipasmíð
"Upphæddirnar, sum hvør einstakur fær í landbúnaðarstuðli, skulu ikki vera treytaðar av, hvussu nógv søkja," heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
Mynd: úr Spískamarinum  
 
06.05.2026 - 13:05

Nú kunngerðin um landbúnaðarstuðul er send til hoyringar er framvegis ásett, at stuðulin kann "í mesta lagi" vera ein ávís upphædd - alt eftir hvat søkt verður um.

Nýggja lógin um landbúnaðarstuðul víðkar møguleikarnar at stuðla vinnuligari landbúnaðarframleiðslu í Føroyum.

Stuðul kann latast eini røð av framleiðslu - alt frá mjólk, til at gøða kálvar, sølu av neyta- og seyðakjøti, velta epli røtur og annað, ala flogfenað, dyrka stráfóður og so framvegis.

 

Fastløst stuðulsjáttan

Tey, sum reka vinnuligan landbúnað, kunnu søkja um stuðul, ið verður latin eftir hvat tey kunnu skjalprógva at hava selt. Krónutal er eisini sett á stuðulin.

Stóra óvissan í hesi annars einføldu stuðulsskipan er, at landbúnaðarstuðulin er at rokna sum ein stuðulsjáttan á fíggjarlógini. Tað vil siga, at upphæddin er fastløst frammanundan. Í ár við 20 milliónum krónum. 

Tað merkir, at eru umsóknirnar fleiri enn pengar til eru - so verður minni í part.

Og tí stendur orðingin "í mesta lagi" aftanfyri hvørja upphædd í landbúnaðar-stuðuls-kunngerðini. 

 

Eingin politisk avtala

Tá landbúnaðarstuðulin var umrøddur á Búnaðarstevnuni í Klaksvík í februar, tóktist breið, politisk undirtøka vera fyri at fáa stuðulin í fasta legu.

Ítøkiliga við at játta fleiri pengar við eykajáttanarlóg, skuldi tað víst seg at upphæddin á fíggjarlógini ikki røkkur til, tí framleiðslan er størri roknað varð við.

Hesin leistur verður brúktur til skipasmíð, har endurgjald til skipasmíð verður latið sum ein stuðulsjáttan, ið tó verður regulerað við eykajáttanarlóg, alt eftir hvussu nógv skip verða smíðað í Føroyum ta einstaka árið.

Tað hevði verið ein góð loysn, heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum. 

Men eingin politisk avtala er um tað, nú kunngerðin um landbúnaðarstuðul er send til hoyringar. 

 

Landbunadarstudul

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043