Havnin vil vera grøn undangongukommuna

Havnin vil vera grøn undangongukommuna
Ruskskiljistøðin í Krossgøtu er bara byrjanin, sigur Tórshavnar kommuna, sum hevur sett sær stór mál fyri umhvørvi, CO2-útlát og burturkast
07.05.2026 - 19:26

Tórshavnar kommuna hevur samtykt ein nýggjan umhvørvispolitikk fyri árini 2026 til 2032. Málið er, at kommunan skal verða millum fremstu kommunur í Norðurlondum á umhvørvisøkinum.

Politikkurin fevnir um náttúru og lívmargfeldi, útlát og orku umframt burturkast.

Ein partur av arbeiðinum er at fáa fleiri borgarar at skilja burturkast í nærumvhørvinum. Í Krossgøtu í Havn hevur ein ruskskiljistøð nú verið í nýtslu í eina tíð, har fólk kunnu skilja millum annað papp, glas, metal og plast. Tað vóru íbúgvar í grannalagnum, sum sjálvir tóku stig til verkætlanina, meðan kommunan stuðlaði við 150.000 krónum.

Átta ruskskiljistøðir eru nú settar upp í kommununi, og sambært kommununi eru fleiri líknandi støðir á veg komandi árini.

Tórshavnar kommuna hevur eisini sett sær sum mál, at nøgdin av burturkasti til brenningar skal minka 20 prosent fyri 2030 samanborið við 2024.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053