- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólaløg nógv spæld
Hyggur mann á topplistan á Spotify, sæst, hvørjir teir populerastu sangirnir eru í løtuni. 10 av teimum 15 mest spældu eru jólasangir í skrivandi stund. Serliga er tað Michael Bublé, ið ger seg galdandi á listanum við heili 7 sangum. Øll tey løgini eru frá hansara væl umtóktu jólafløgu frá 2011, Christmas. M.a. lagið Santa Claus is Coming to Town.
Mest spældi sangurin á Spotify-listanum er so tann víðagitni klassikarin hjá Mariah Carey, All I Want For Christmas Is You. Lagið kom út í 1994, og hevur síðan tá verið at hoyrt óteljandi ferðir á netinum og í útvarpum kring heimin.
Eftirfylgjandi hava vit Last Christmas hjá Wham! á einum øðrum plássi. Restina av jólaløgunum eigur Michael Bublé, undantikið ”It’s the most wonderful time of the year” hjá Andy Williams á einum 14. plássi.
Hesin listin er ein listi, sum fevnir um allan heimin. Um vit hyggja eftir Danmark, eru tað eisini danskarar sum Mads Langer og Anders Matthesen sum seta dám á listan.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |