Málið um brot á djóravælferð er latið statsadvokatinum

Málið um brot á djóravælferð er latið statsadvokatinum
Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar
Landsstýrið hevur nú skotið upp, at lógin um djóravælferð skal ikki umfata grindadráp, men bara grindalógin. (Savnsmynd)
 
12.05.2026 - 08:40

Málið um sýslumannin og grindaformenninar, sum eru skuldsettir fyri bróta lógina um djóravælferð, er latið statsadvokatinum, sigur Michael Boolsen, fúti.

Meira vil hann ikki siga um tað.

Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar.

Uppskotið um grind og djóravælferð, sum tingmenn úr øllum flokkum komu í tingið við fyrst í desember í fjør, er nú komið aftur hagar, men hesa ferð úr landsstýrinum.

 


Michael Boolsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nágreinar lógina

Uppskotið skal taka burtur allan iva um, at lógin um djóravælferð er ikki galdandi fyri veiðu og fiskiveiðu, millum annað grindadráp.

Talan er um nágreining í lógini. 

Tingmenninir úr øllum flokkum høvdu uppskot til samtyktar um tað, sum teir kalla at verja rættin at veiða villini djór.

Teir bóðu landsstýrið broyta lóggávuna soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp. Ikki lógin um djóravælferð.

Tað uppskotið kom ikki aftur úr vinnunevndini fyri valið, hóast freistin at koma við áliti var 10. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576