Orkað breyt marknaðarføringarlógina

Orkað breyt marknaðarføringarlógina
Fyritøkan hevur viðurkent lógarbrotið, og hevur goldið 30.000 kr. í bót
Orkað breyt marknaðarføringarlógina, tá fyritøkan sendi fólki tilboð um at reinsa skorsteinin, meðan fyritøkan var í økinum. (Savnsmynd)
 
12.05.2026 - 14:05

Dagføring 13. mai kl. 10:14: Brúkaraumboðið hevur nú lagt hesar upplýsingar afturat málinum, og endurgeva vit tær orðarætt her: "Málið bleiv meldað í januar 2024. Brúkaraumboðið er fyri stuttum kunnað um, at Orkað hevur rindað bótina á 30.000 kr. tann 3. apríl 2024." 

 

Smápartafelagið 16, sum virkar undir navninum "Orkað", breyt marknaðarføringarlógina, tá fyritøkan sendi fólki tilboð um at reinsa skorsteinin, meðan fyritøkan var í økinum. 

Tað boðar Brúkaraumboðið frá.

Brúkaraumboðið fekk tríggjar fráboðanir um, at felagið Orkað, sum Hans Jørgen Djurhuus eigur, setti seg í samband við fólk, uttan at tey høvdu biðið um tað frammanundan.

Sambært grein6 í marknaðarføringarlógini er tað ikki loyvt at senda út lýsingar við telduposti, sms-boðum ella telefon, uttan at móttakarin frammanundan hevur biðið um tað.

 

Skerpandi umstøður

Í ítøkiliga málinum eru tað eisini skerpandi umstøður, at fyritøkan Orkað í nøkrum førum ringdi fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir høvdu sagt frá, at teir ikki vilja verða uppringdir av felagnum.

Brúkaraumboðið sendi málið til fútan við áheitan um at reisa ákæru móti fyritøkuni.

Orkað hevur nú viðurkent brot á marknaðarføringarlógina, og hevur rindað 30.000 krónur í bót, upplýsir Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928