129 gæs skotnar síðani 2022

129 gæs skotnar síðani 2022
Loyvið at skjóta grágás, og nú eisini brandgás, skal vara í fimm ár aftrat, ætlar Vinnumálaráðið
Loyvið at skjóta grágás, og nú eisini brandgás, skal vara í fimm ár aftrat, ætlar Vinnumálaráðið.
 
13.05.2026 - 11:29

129 gæs eru skotnar í Føroyum síðani 2022.

Úr 26 um árið, tað var í 2022, upp í 37 í 2024.

Tað hevur vinnunevndin fingið at vita frá Vinnumálaráðnum.

Tær flestu eru skotnar á Velbastað, tær eru 40.

14 loyvi at skjóta gás vóru latin í fjør.

Tey, sum hava fingið loyvi, og ikki siga, hvussu nógv tey hava skotið, fáa ikki loyvið endurnýggjað, sigur Vinnumálaráðið.

 

Fimm ár aftrat

Loyvið at skjóta grágás, og nú eisini brandgás, skal vara í fimm ár aftrat, ætlar Vinnumálaráðið.

Loyvið, sum kom í 2021, var galdandi til 1. januar í ár.

Lógaruppskot er nú komið um, at loyvið varar til 1. januar 2031.

Í 2021 bar til at skjóta grágæs, sum eru í veltum lendi og gera skaða har. Tær eru til bága fyri landbúnaðin, sambært lógaruppskotinum.

Øll villgásasløg eru annars friðað í Føroyum.

Talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta grágás og brandgás í veltum lendi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425