Ákæruvaldið hevur slept málinum um Galaxy

Ákæruvaldið hevur slept málinum um Galaxy
Mett verður ikki, at próvbyrðan kann lyftast, og tí verður ikki farið ikki víðari við málinum
Ákæruvaldið hevur slept málinum um hekkuportrið á Galaxy.
 
18.05.2026 - 08:56

Ákæruvaldið hjá politinum hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á ferðafólkaskipinum Galaxy. Ákæruvaldið metir ikki, at próvbyrðan kann lyftast, og fer tí ikki víðari við málinum. 

Sjóvinnustýrið meldaði málið til politiið í oktober í fjør og bað um,  at politiið kannaði møgulig brot á reglur, sum Sjóvinnustýrið umsitur.

Grundað á tilfarið frá Sjóvinnustýrinum og kanningararbeiðið hjá politinum, hevur ákæruvaldið tikið avgerð um, at málið ikki verður sent í rættin at avgera.

 


Hóast tað er staðfest, at hekkuportrið var opið, metir ákæruvaldið ikki, at tað ber til at prógva, at portrið var opið við fráferð.

 

Orsøkin er m.a., at ákæruvaldið metir, at tað ikki ber til at prógva, at hekkuportrið á Galaxy var opið við fráferð úr Havn 1. september í fjør, hóast hekkuportrið var staðfest opið á túrinum til Suðuroyar.

Niðurstøðan hjá ákæruvaldinum er løgd fyri Sjóvinnustýrið, sum ongar viðmerkingar hevði.

 


Katrin Thorsvig Hansen.

 

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra, í útvarpstíðindunum: 

 

18052026_Katrin_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715