Heilsuhjálparar og heilsurøktarar verða nú eisini útbúnir í Havn

Heilsuhjálparar og heilsurøktarar verða nú eisini útbúnir í Havn
Heilsuhjálparaútbúgvingin er 25 vikur, og nýggjur leistur verður gjørdur fyri heilsurøktaraútbúgvingina
Ein heilsuhjálparaflokkur verður í Havn, og heilsurøktarar fáa fjarlestur og undirvising bæði í Havn og í Suðuroy. (Savnsmynd)
 
21.05.2026 - 09:06

Freistin at søkja um nýggja møguleikan hjá Heilsuskúlanum at útbúgva seg til heilsuhjálpara ella heilsurøktara er í morgin, 22. mai.

Heilsuskúlin fer at hava ein heilsuhjálparaflokk í Havn. 

Útbúgvingin er ætlað starvsfólkum, sum eru 25 ár ella eldri, og hava trý ára arbeiðsroyndir á eldraøkinum. 

Útbúgvingin varar 25 vikur og byrjar í august. 

 

Undirvísing í Havn og í Suðuroy

Harumframt fer skúlin undir ein nýggjan og meira smidligari leist fyri heilsurøktaraútbúgvingina.

Har kunnu fólk taka skúlaskeiðini samstundis sum tey eru í starvsvenjing. 

Hendan útbúgvingin verður lutvíst skipað sum fjarlestur, sum undirvísing í Havn og í Heilsuskúlanum í Suðuroynni.

Tórshavnar kommuna hevur sett av tvær milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri 2026 til at útbúgva heilsustarvsfólk.

Kommunan sigur, at hon er til reiðar at gera fleiri útbúgvingarsáttmálar um heilsustarvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532