33,3 milliónir til sambýli

33,3 milliónir til sambýli
Tað fer at kosta 33,3 milliónir krónur at gera 1. byggistig av sambýli í Miðvági til fólk við autismu
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna - og bústaðarmálum.
 
23.05.2026 - 18:28

Tilsamans skulu sjey fólk búgva á heiminum.

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni Margit Stóra at brúka 33,3 milliónir krónur til ætlanina.  

Tað stendur í álitinum, sum varð lagt fram á tingfundi í dag.

Higartil eru brúktar 12,4 mió. krónur, og nú ætlar fíggjarnevndin at játta 20,9 milliónir krónur afturat.  

Samlaði kostnaðurin av byggistigi 1 verður sostatt 33,3 milliónir krónur.

1. byggistig er at dagføra og umvæla eina ogn í Miðvági, ið skal nýtast sum sambýli hjá sjey fólkum við menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu.

Arbeiðið skal vera liðugt í 2029

 

2. byggistig

Í seinna byggistiginum, sum ikki er umfatað av hesum lógaruppskotinum, er ætlanin at byggja eitt nýtt sambýli við síðuna av hesum sambýlinum, har pláss verður til 12 fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

Nýggju sambýlini skulu avloysa stovnar í Sandavági og Sørvági.

2. viðgerð av málinum verður týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262