Fleiri útigudstænastur 2. hvítusunnudag

Fleiri útigudstænastur 2. hvítusunnudag
Í morgin verða útigudstænastur hildnar kring landið, millum annað í Kunoy, Havn, Fuglafirði, Sørvági og Kvívík - um veðrið loyvir tí.
 
24.05.2026 - 10:54

Í morgin, 2. hvítusunnudag vera fleiri útigudstænastur um landið - um tað viðrar.

Í Norðoyggjum verður útigudstænasta niðri á lendingini í Kunoy 2. hvítusunnudag klokkan 11.

Marjun Lómaklett og Øssur Kjølbro verða prestar, og kirkjutænarar í Kunoy gera tænastu.

Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið í Kunoy suppu á staðnum.

Í Havn skipa kirkjurnar og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útiguðstænastu á ovara vølli í Gundadali. 

Útigudstænastan byrjar kl. 11. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin. 

Eftir gudstænastuna eru øll boðin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn. 

Innsavnan verður til Føroyska Bíbliufelagið, og eisini verður høvi at keypa sær nýggju útgávuna av Nýggja testamenti, sum júst er útkomin.
Í Fuglafirði er útigudstænasta í Miðstaðarlundini, har Gerhard Mikkelsen prestur prædikar. Fuglafjarðar hornorkestur er við. Áðrenn gudstænastuna bjóðar kirkjan morgunmat í kirkjukjallarinum.

Í Sørvági verður felags útigudstænasta fyri allar kirkjur í Vága prestagjaldi á Stakka í Sørvági. Prestarnir Marjun í Kálvalíð og Inga Poulsen Dam vera við.

Í Kvívík verður felags útigudstænasta hildin í prestagarðinum kl 12, har Lis Samuelsen og Annika Magnussen Gaard, prestar, luttaka.

Vestmanna hornorkestur og Magni Christiansen luttaka við tónleiki.

Eftir gudstænastuna er drekka í Kirkjustovu.

Møguliga eru útigudstænastur aðrastaðni um landið eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 10 MANNAFAR
211352
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026: 8 MANNAFAR
211353