Løgtingið hevur samtykt leigustuðul

Løgtingið hevur samtykt leigustuðul
Stuðulin verður í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin
Tey, sum búgva til leigu, fáa leigustuðul frá 1. september, um lógaruppskotið hjá landsstýrinum verður endaliga samtykt í morgin.
 
27.05.2026 - 08:02

Stórur meiriluti av løgtinginum hevur samtykt lógaruppskotið um leigustuðul.

Eftir 2.viðgerð í gjár varð uppskotið samtykt við 27 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Við lógaruppskotinum kunnu tey, sum búgva til leigu, fáa upp til 20 prosent av húsaleiguni afturrindað sum stuðul úr landskassanum. Tó í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin.

Húski við einum fólki yvir 18 ár, sum tjenar í mesta lagi 350.000 krónur, fær fullan leigustuðul. Er inntøkan størri enn 350.000 krónur, lækkar leigustuðulin við fimm prosentum av inntøkuni, sum er oman fyri 350.000 krónur.

Eru tvey fólk yvir 18 ár í húskinum, so hava tey rætt til fullan leigustuðul - 1500 krónur um mánaðin - um samlaða inntøkan hjá teimum er minni enn 500.000 krónur. Er inntøkan størri enn 500.000 krónur, so lækkar leigustuðulin eftir sama leisti - nevniliga við fimm prosentum av inntøkuni oman fyri 500.000 krónur.

Hjá húski við einum fólki yvir 18 ár fellur leigustuðulin heilt burtur, tá inntøkan fer upp um 638.000 krónur.

Og hjá húski við tveimum fólkum yvir 18 ár fellur stuðulin burtur, tá samlaða inntøkan fer upp um 788.000 krónur.

Lógaruppskotið um leigustuðul kemur til 3.viðgerð í morgin, tá løgtingið eftir ætlan fer í summarfrí.

Verður lógaruppskotið samtykt, sum tað sær út ídag, fær tað gildi 1.september.

Almannaverkið skal umsita leigustuðulin, og fólk skulu søkja um stuðulin har. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528