Søkja eftir deildarleiðara til Sernám

Søkja eftir deildarleiðara til Sernám
1. juni verður Sernám skipað sum deild í Undirvísingarstýrinum
Sernám verður nú deild í Undirvísingarstýrinum.
 
27.05.2026 - 08:57

Undirvísingarstýrið søkir eftir deildarleiðara til Sernám.

1. juni verður Sernám skipað sum deild í Undirvísingarstýrinum.

Umsóknarfreistin er 14. juni. Starvið verður sett 1. august.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur avgjørt at leggja saman Sernám og Undirvísingarstýrið.

 

Varandi skipan

Harvið verður fyribilsskipanin, sum hevur verið síðani 1. september í fjør, varandi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild, serliga í fólkaskúlanum, sigur landsstýrismaðurin.

Samstundis verður arbeitt fyri góðum samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311