Løgtingið liðugt í dag

Løgtingið liðugt í dag
Ríkisumboðið hevur ikki svarað spurningi um løgregluna og ákæruvaldið
Summaferian nærkast.
 
28.05.2026 - 06:13

Løgtingið fer at avgreiða seinastu málini, tað hevur fingið eftir løgtingsvalið, í dag.

Átta triðju viðgerðir eru á skránni hjá tinginum í dag.

Men fyrst eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.

Ein skrivligur fyrispurningur er ikki svaraður.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, spurdi Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, átta spurningar um ymisk viðurskifti hjá løgregluni og ákæruvaldinum, millum annað um málið hjá Bakkafrosti.

Løgtingið spurdi 6. mai Lene Moyell Johansen, um og nær, fyrispurningurin verður svaraður. 

Á heimasíðu løgtingsins sæst ikki, at hon hevur svarað.

Ríkisumboðið ger sjálvt av, um tað svarar slíkum spurningum frá løgtinginum.

Tingfundur er klokkan tíggju.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328