Framsókn er ímóti leigustuðlinum

Framsókn er ímóti leigustuðlinum
Bjarni Kárason Petersen atkvøddi ímóti, og Ruth Vang atkvøddi blankt, tá uppskotið var til triðju og endaligu viðgerð í dag
Bjarni Kárason Petersen atkvøddi ímóti leigustuðlinum.
 
28.05.2026 - 13:50

Framsókn tekur ikki undir við leigustuðlinum.

- Hetta er ikki ein hjálp til leigaran, men heldur til útleigaran, sigur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn.

Næstan allir løgtingslimir taka undir við leigustuðlinum, tí teir siga, at tað fer at hjálpa teimum, ið hava minst pengar at liva fyri. Men Framsókn hevur eitt annað sjónarmið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28052026_Framsokn_og_leigustudul

 


Ruth Vang atkvøddi blankt. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá atkvøtt var um uppskotið um leigustuðul við triðju og endaligu viðgerð dag, vóru 28 atkvøður fyri, ein ímóti, og ein atkvøða var blonk.

Bjarni Kárason Petersen atkvøddi ímóti, og Ruth Vang atkvøddi blankt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328