Vilja hava Ísrael at gevast við álopum á Libanon

Vilja hava Ísrael at gevast við álopum á Libanon
Hóast vápnahvíldina millum Ísrael og Hisbollah-rørsluna, sum Iran stuðlar, halda bardagarnir fram
Evropeiskir leiðarar vilja hava Ísrael og Hisbollah í Libanon at gevast við stríðnum.
Mynd: Kawant Haju/AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.06.2026 - 07:57

Leiðarar í Fraklandi, Týsklandi og Stóra Bretlandi heittu í gjár á Ísrael um at gevast við atburði sínum í Libanon.

Hóast vápnahvíldina millum Ísrael og Hisbollah-rørsluna, sum Iran stuðlar, halda bardagarnir fram. Ísrael hevur millum annað tikið miðaldarborgina, Beaufort, har suðuri í Libanon.

- Tað er einki, sum kann bera í bøtuflaka fyri økta hernaðarliga virksemið, sum fer fram har suðuri í Libanon, skrivar franski forsetin, Emmanuel Macron, í boðum á miðlinum X.

 

Ísrael økt hernaðarliga virksemið

- Vøksturin í hernaðarliga virkseminum hjá Ísrael í Libanon hevur dripið og rikið burtur sivilfólk, oyðilagt undirstøðukervi og oyðilagt møguleikarnar fyri diplomatiskum loysnum, skrivar bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, eisini á X.

- Hisbollah skal gevast við álopunum á Ísrael og vápnini skulu takast. Allir partar skulu virða vápnahvíldina og skulu vera við í samráðingunum, skrivar hon.

Eisini týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadepuhl, sigur seg stúra fyri gongdini, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985