Løgmaður valt nýtt váðaráð

Løgmaður valt nýtt váðaráð
Ráðið situr í fýra ár
Løgmaður hevur valt váðaráð, sum situr næstu fýra árini.
 
01.06.2026 - 15:26

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur valt limirnar, ið skulu manna Føroya váðaráð næstu fýra árini. 

Limirnir verða valdir eftir tilmæli frá Landsbankanum, Búskaparráðnum og landsstýrismanninum í vinnumálum.

Limirnir í í nývalda váðaráðnum eru:

Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya. Ester Hansen, ráðgevi í Landsbanka Føroya, er varalimur

Torben Magnus Andersen, ph.d og professari á Århus Universiteti. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, er varalimur

Björn Rúnar Guðmundsson, serfrøðingur á Hagstovu Íslands. Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, er varalimur

Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum. Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi í Tryggingareftirlitinum, er varalimur

Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, og Jóanna Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, er varalimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672