Samgonguskjalið verður kunngjørt seinnapartin

Samgonguskjalið verður kunngjørt seinnapartin
Langt um leingi hevur Danmark fingið nýggja stjórn eftir fólkatingsvalið í mars
Mette Frederiksen í Odense í gjárkvøldið, tá hon hevði boðað kongi frá, at tað hevur eydnast at skipa nýggja stjórn.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2026 - 08:00

Eftirr samráðingar í meira enn tveir mánaðir, sum er met, er nýggj stjórn nú skipað í Danmark eftir fólkatingsvalið í mars.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, boðaði í gjárkvøldið kongi frá, at komið er á mál við samráðingunum. 

Í nýggju stjórnini eru Sosialdemokratarnir, Sosialistiski fólkaflokkurin, Moderaterne og Radikali flokkurin. 

Teir fýra flokkarnir hava 82 av teimum 179 tinglimunum í Fólkatinginum. Eindarlistin og Alternativið verða stuðulsflokkar hjá stjórnini. 

Eftir at hava verið hjá kongi, sum í hesum døgum er í Odense, segði Mette Frederiksen við miðlarnar, at samráðingarnar hava verið torførar, men at umráðandi var at finna loysn.

 

Sterkt fólkaræði

Hon vísti á, at Danmark hevur millum heimsins sterkasta fólkaræði, og at politikararnir tí høvdu skyldu at semjast, heldur enn at senda veljararnar til nýtt val.

Samgonguskjalið, sum er politiska grundarlagið hjá nýggju stjórnini, verður lagt fram seinnapartin, og nýggju ráðharrarnir verða kunngjørdir í morgin.

Mette Frederiksen vildi ikki greiða nærri frá innihaldinum í samráðingarskjalinum, men segði, at nógv fólk fara at verða bilsin av, hvussu nógv nýggja stjórnin ætlar at fremja.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233