Føroysku flogbóltsmenninir vunnu kappingina

Føroysku flogbóltsmenninir vunnu kappingina
Við 3-1 sigri á San Marino í finaluni vunnu føroysku flogbóltsmenninir SCA-kappingina, sum hevur verið í Norðurírlandi síðstu dagarnar
 
07.06.2026 - 18:34

Føroysku flogbóltsmenninir gjørdu bart og vunnu SCA-kappingina, sum hevur verið í Norðurírlandi síðstu dagarnar.

Føroysku menninir vunnu 3-2 á Skotlandi í eini harðari og drúgvari hálvfinalu í leygarkvøldið, men tað sást ikki aftur í sannførandi avrikinum í finaluni, har Føroyar vunnu 3-1 á San Marino.

San Marino fór avstað við fyrsta settinum (22-25), men føroyingarnir vendu dystinum og vunnu trý sett á rað. Fyrst javnaðu teir til 1-1 við 25-22 sigri í øðrum setti, og síðan vunnu teir trygt 25-17 og 25-19 í triðja og fjórða setti. 

Liðformaðurin Thorvald Danielsen varð valdur til besta hevara í kappingini, og Silas Poulsen var valdur til besta libero.

 

Vildu hava styrkistig

Kappingin var um SCA-meistaraheitið, sum tað eydnaðist at vinna, men fyri Føroyar snúði hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Undan kappingini lógu Føroyar á 39. plássi í Evropa av 56 limalondum í CEV.

Í so máta eydnaðist kappingin væl, tí Føroyar vunnu allar sínar dystir.

Høvuðsvenjarin Boban Ilic, hevði hesar spælararnar við sær: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. 

 

Endaliga støðan í kappingini:

Nr. 1 FØROYAR
Nr. 2 San Marino
Nr. 3 Skotland
Nr. 4 Norðurírland 
Nr. 5 Liktinstein
Nr. 6 Írland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928