Til hús at gera útrokningar

Til hús at gera útrokningar
Semingsstovnurin hevur havt fund við Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
09.06.2026 - 15:56

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava seinnapartin verið á fundi við Semingsstovnin.

- Partarnir eru nú farnir hvør til sítt at gera nakrar útrokningar, og fundur verður aftur hósdagin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, í stuttari viðmerking:

 

09062026_Terje

 

Mikudagin í síðstu viku vrakaðu bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF eitt semingsuppskot um ein eitt árs sáttmála - heilsuhjálpararnir millum annað tí, at tað gav ov lítið, og kommunalu arbeiðsgevararnir millum annað, tí tað var ov dýrt.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, segði við útvarpið leygardagin, at hon var fús at samráðast, men at tað ikki nyttaði bara at koma við innihaldinum í vrakaða uppskotinum.

Tí tað líkist ov nógv innihaldinum í semjuni, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við 12 fakfeløg á almanna arbeiðsmarknaðinum, har lønarkarmurin fyrsta árið er 3,87 prosent.

Per Martin Gregersen, formaður í KAF, segði leygardagin, at støðan hevur verið fastløst, síðan samráðingarnar byrjaðu, og lítið er broytt. 

- Nú semingsmaðurin kallar okkum saman aftur, man hann halda seg hava fingið okkurt frá pørtunum at arbeiða við, sum ger, at hann metir grundarlag vera fyri at royna seming aftur, segði Per Martin Gregersen, formaður í KAF, við útvarpið leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386