Fær endurgjald fyri svimjihøll

Fær endurgjald fyri svimjihøll
Sannlíkt er, at Runavíkar kommuna hevur fingið, ella kann fáa, meirvirðisgjald endurgoldið fyri svimjihøllina
Bylgjan í Runavík.
 
11.06.2026 - 06:09


Sannlíkt er, at Runavíkar kommuna hevur fingið, ella kann fáa, meirvirðisgjald endurgoldið fyri svimjihøllina.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Steffan Abrahamsson Løkin, løgtingsmann, sum spurdi, hví svimjihøllin í Runavík ikki lýkur treytirnar fyri MVG-afturbering.

Landsstýrismaðurin sigur, at svimjihøllin í Runavík lýkur ikki treytirnar fyri afturbering sambært grein 3 í lógini um meirvirðisgjald, tí tann greinin umfatar ikki kommunur. 

Hon er ætlað felagsskapum, stovnum og grunnum, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi. Kommunur eru ikki við her. 

Men Runavíkar kommuna er, eins og aðrar kommunur, í kommunalu skipanini, har 75 prosent av inngangandi meirvirðisgjaldi, meirvirðisgjaldi, sum kommunan hevur goldið, kann vera endurgoldið.

Fær endurgjald

Tað er tí sannlíkt, at Runavíkar kommuna antin hevur fingið, ella kann fáa, meirvirðisgjaldið endurgoldið.

Aksel V. Johannesen sigur, at í løtuni er eingin ætlan um at broyta MVG-afturberingina til kommunurnar. 

Landsstýrið og Kommunufelagið hava sett arbeiðsbólk at koma við tilmæli um dagførdan fíggingarleist fyri eldraøkið.
 
Í stuttum er tað um at tryggja grundarlagið, so kommunurnar megna at lyfta vaksandi uppgávurnar hjá eldraøkinum. 

Í tí sambandi vera fíggjarlig viðskifti millum land og kommunur viðgjørd, sum til dømis MVG-afturberingin til kommunurnar.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585