Vitlíki broytir fólkaskúlan

Vitlíki broytir fólkaskúlan
At ment eitt føroyskt stýrt vitlíki kundi verið ein møguleiki fyri betri at klára tær avbjóðingar, sum eru við vitlíki í fólkaskúlanum, heldur Sigmund Jógvansson, lærari
Mynd: Savnsmynd  
 
11.06.2026 - 20:40

Fyrr skuldu næmingar sjálvir leita fram upplýsingar, samanbera keldur og arbeiða seg fram til eina niðurstøðu, tá teir skuldu loysa ymsar uppgávur, sum til dømis at skriva stíl. Nú er vandi fyri, at nógv av hesum tilfarinum verður gjørt av vitlíki.

Tað reisir spurningin, hvussu lærarar frameftir kunnu vita, hvørjir næmingar veruliga skilja tilfarið, og hvørjir bara fáa hjálp frá vitlíkisamboðum. Sigmund Jógvansson, lærari í Skúlanum á Fløtum, heldur, at tað ofta er torført at avgera, hvar markið millum íblástur og svik gongur.

Loysnin er tó ikki at banna vitlíki í skúlanum, heldur hann, men tað eigur at verða brúkt sum eitt ískoyti í undirvísingini. Hvussu vitlíki verður brúkt, er tó ikki eitt mál, sum skúlarnir skulu avgera - tann avgerðin má takst longur uppi í skipanini, heldur Sigmund Jógvansson, sum eisini hevur gjørt eina longri samrøðu við Skúlablaðið um evnið.

Hoyr samrøðu við Sigmund Jógvansson í útvarpstíðindunum klokkan 18:

1817244

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715