Elon Musk verður uppaftur ríkari í dag

Elon Musk verður uppaftur ríkari í dag
Rúmdarfelagið Space X verður skrásett á keypsskálanum í New York, og skrásetingin fer væntandi at seta øll met
Rúmdarfelagið hjá Elon Musk, Space X, fer á keypsskálan í New York í dag.
Mynd: Space  
 
12.06.2026 - 14:06

Í dag klokkan hálvgum trý, okkara tíð, verður SpaceX, rúmdarfelagið hjá tí gitna Elon Musk, skrásett í keypsskálanum í New York, og alt bendir á, at Elon Musk, sum frammanundan er heimsins ríkasti maður, í sama viðfangi gerst rættiliga nógvar milliardir dollarar ríkari.

Børsskrásetingin av SpaceX væntast nevniliga at seta øll met. 

Áðrenn partabrævið verður slept leyst á altjóða partabrævamarknaðinum, kostar tað 135 dollarar, tað eru 871 krónur fyri hvørt, og seint í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at fíggjarligir íleggjarar - tað kunnu til dømis vera stór pensjónsfeløg og onnur íløgufeløg - høvdu keypt 555,6 milliónir partabrøv fyri henda prísin.

Íleggjararnir høvdu við øðrum orðum keypt partabrøv í SpaceX fyri stívliga 75 milliardir dollarar, ella umleið 484 milliardir krónur.

Og marknaðarvirðið á SpaceX eftir børsskrásetingina í dag er mett at vera ørandi 1.800 milliardir dollarar. Tað eru 11.500 milliardir krónur.

 


Keypsskálin í New York. (Mynd: Shutterstock.com)

 

Greinarar ivast

Men fleiri altjóða greinarar ivast tó í, um ovurhonds áhugin í partabrævinum og ógvusliga marknaðarvirðið, sum hann avspeglar, standa mát við evnini hjá fyritøkuni at løna íleggjarunum aftur.

Tí, sum er hevur SpaceX samanlagt millum tvær og tríggjar milliardir krónur í halli hvønn mánað.

SpaceX er tó eitt samtak av nógvum feløgum hjá Elon Musk, og onkur teirra vinna eisini pening.

 


Elon Musk.

 

Starlink týdningarmikið

Nógv fremst í tí høpinum er Starlink, sum eigur stóra fylgisveinanetið, ið veitir tráðleyst internetsamband til stórar partar av heiminum. 

Sambært tíðindaheimasíðuni hjá danska TV2 stendur Starlink fyri 69 prosentum av øllum umsetninginum hjá SpaceX, og Starlink einsamalt hevur stór og skjótt vaksandi yvirskot. 

Tey eru eisini nógv, ið vænta sær nógv av stóru ætlanunum hjá Elon Musk á vitlíkis-økinum, men higartil hevur tað virksemið bara kostað pengar.

 

Fuglar á takinum 

Og hóast gravgangurin at keypa partabrøv í SpaceX hevur verið ovurhondsstórur nú upp undir børsskrásetingina, so eru tað eisini nógvir íleggjarar, sum ikki vilja nerta fyritøkuna. Tí teir halda virðið verða pumpað upp í óveruliga stødd og ivast í, um nógvu fuglarnir á takinum nakrantíð verða annað enn fuglar á takinum. 

Altjóða greiningar- og ratingfyritøkan Morningstar hevur eisini hugt at tølunum, og amerikanska sjónvarpsrásin CNBC endurgevur greinarar frá fyritøkuni fyri at siga, at SpaceX av álvara er yvirmett.

Hvussu er og ikki, so gerst Elon Musk nógvar milliardir ríkari í dag, og halda væntarnirnar hjá vónríku íleggjarunum sær, so eru útlit fyri, at hann gerst heimsins fyrsti billióningur - í dollarum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV