Borgarin skal ikki liggja óhjálpin

Borgarin skal ikki liggja óhjálpin
Eftir, at onnur semingsroyndin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið miseydnaðist seint gjárkvøldið, er vandi fyri verkfalli á ellisøkinum.
12.06.2026 - 19:36

Jon Mortensen er í løtuni á Umlættingar og Rehabilitetsdeplinum URD í Hoyvík, og hann stúrir fyri einum møguligum verkfalli á eldraøkinum.

- Eg eri øgiliga glaður fyri hjálpina her, einastandandi glaður. Fer tað at raka so nógv fólk, at tað lutvíst má lata aftur, so er tað ein skandala fyri nógv fólk, sigur 86 ára gamli borgarin m.a.

Hanne-mi á Brúgv, deildarleiðari á URD, sigur, at borgarin ikki skal liggja óhjálpin. Men alt fer at taka longri tíð. Færri fólk verða til arbeiðis, so borgarar mugu brynja seg við toli, og bert tær neyðugu uppgávurnar verða gjørdar, um verkfall verður lýst.

Størsti parturin løntur eftir sáttmála hjá Heilsuhjálparafelagnum
Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari í Tórshavnar kommuna greiðir frá, at høvuðsstaðarkommunan er ein stór kommuna, og at hon stendur fyri umleið 40 prosentum av øllum eldraøkinum í Føroyum.

Hon greiðir víðari frá, at kommunan hevur 212 búfólk, sum búgva á einum stovni hjá Tórshavnar kommunu, og 178 borgarar fáa heimahjálp.

Meiri enn helvtin av av starvsfólkunum á økinum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Heilsuhjálparafelagnum.

Sí innslag úr Degi og viku við gesti.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655