Vinnumálaráðið og SSL samskiftu niður í smálutir

Vinnumálaráðið og SSL samskiftu niður í smálutir
Enn er ógreitt, hvussu stór meirnýtslan á Strandferðsluni var í fjør. Grannskoðaður roknskapur kemur í seinasta lagi 10. februar
 
03.01.2014 - 15:32

Hóast sera nógv samskifti hevur verið millum Vinnumálaráðið og Strandfaraskip Landsins meginpartin av árinum í fjør heilt, niður í smálutir í útreiðslunum hjá stovninum, so hevur Vinnumálaráðið ikki megnað at fingið skil á.

Úrslitið er ein stór og heimildarleys meirnýtsla hjá Strandferðsluni í 2013, óvist er. um játtanin fer at halda í 2014, umframt at stovnurin eisini hevur leiðslutrupulleikar at dragast við.

Leyp stjóran um

Fíggjarstjórin leyp stjóran um, Vinnumálaráðið og landsstýrismannin og fór heilt til fíggjarnevndarlimir at kæra sína neyð. Stjórin varð sjúkrameldaður, landsstýrismaðurin setti ein fyribilsstjóra í skundi, og boð vórðu send eftir grannskoðaravirkinum Januar at gjøgnumganga roknskapin hjá Strandferðsluni og gera eina frágreiðing til landsstýrismannin.

Men 27. desember tók grannskoðaravirkið frágreiðingina aftur, við boðum um, at grannskoðanin hevði fingið at vita, at ymisk viðurskifti ikki vóru tikin við í roknskapin.

Tað merkir, at enn fæst ikki nágreiniliga at vita, hvussu stór heimildarleysa meirnýtslan hevur verið á Strandferðsluni, og tí er heldur ikki greitt, hvussu nógv stovnurin skal spara, nú vit eru farin inn í nýtt fíggjarár.

Samskifta niður í smálutir

Útvarpið hevur fingið innlit í samskiftið, sum verið hevur millum Vinnumálaráðið og leiðsluna á Strandferðsluni í farna ári. Og tað vekir ans, hvussu drúgt samskiftið hevur verið, og hvussu farið verður niður í smálutir í rakstrinum av stovninum.

Greitt er, at Vinnumálaráðið stóran part av 2013 hevur vitað, at tørvur var á stórari eykajáttan, men hóast hetta,  hevur landsstýrismaðurin ikki verið í tinginum við umbøn um eykajáttan.

Í staðin hevur kjak verið millum Vinnumálaráðið og Strandferðsluna, um tølini hava verið røtt ella ikki, tíðin er runnin, og stovnurin hevur brúkt meira pening, enn hann hevur fingið játtað. 

Grannskoðaravirkið Januar fer í seinasta lagi tann 10. februar at lata landsstýrismanninum roknskap og grannskoðarafrágreiðing um Strandferðsluna.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179