Showtime: USA fleyg høgt í einglanna býi

Showtime: USA fleyg høgt í einglanna býi
USA fekk dreymabyrjan upp á HM-endaspælið við 4-1 sigri á Paraguay í Los Angeles í nátt, meðan Kanada fekk sítt fyrsta HM-stig ímót Bosnia Hersegovina í gjárkvøldið
Mauricio Pochettino fegnast saman við spælarunum. USA vann 4-1 á Praguay í sínum fyrsta dysti í bólkaspælinum
Mynd: Harry How/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.06.2026 - 10:58

USA kundi ikki ynskt sær betri byrjan upp á HM-endaspælið.

Eftir setan við glitrandi stjørnum sum Katy Perry og LISA á pallinum og David Beckham og Tom Cruise á áskoðaraplássunum, byrjaði veruliga framførðslan á vøllinum.

Damián Bobadilla hjálpti heimaliðnum í gongd  við einum sjálvmálið í 7. minutti, og Folarin Balogun økti tvær ferðir áðrenn steðgin. Mauricio minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki, áðrenn Gio Reyna, sonur Claudio Reyna, sum var við í hópinum í USA í 1994, setti punktum frammanfyri teimum 70.000 fólkunum á SoFi-leikvøllinum.

 


David og Victoria Beckham hugdu at dystinum saman við vinmanninum og heimskenda sjónleikaranum, Tom Cruise.

 

Kanada fekk sítt fyrsta HM-stig

Í gjárkvøldið legði Kanada eisini frá landi á BMO Field í Toronto. 

Tvær ferði fyrr hevur tjóðin spælt í HM-endaspælinum - í 1986 og 2022 - men tað hevur ikki eydnast at fáa stig; ikki fyrrenn í gjár.

Jovo Lukic skoraði fyri Bosnia Hersegovina miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og viðhvørt var tað meir at kalla eitt undur, at Kanada ikki javnaði. Forloysandi málið hjá vertstjóðini kom kortini, tá 78 minuttir vóru spældir, tá júst innskifti Cyle Larin skoraði av brotsteigarmarkinum og tryggjaði Kanada sítt fyrsta HM-stig.

 


Cyle Larin úr Southampton skjýtur og tryggjaðar Kanada sítt fyrsta HM-stig. (Mynd: Cole Burston/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Brasil leggur fyri við truplum dysti

Tveir dystir vera spældir í kvøld.

Brasil við Carlo Ancelotti á odda leggur fyri við truplum dysti ímóti Marokko í New Jersey, meðan Sveis og Katar skulu royna at yvirhála Kanada og Bosnia Hersegovina.

Báðir dystirnir kunnu síggjast í sjónvarpinum hjá KvF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502