Sjóvinnustýrið eigur at hava vegleiðing um vanlukkufráboðan á sjónum

Sjóvinnustýrið eigur at hava vegleiðing um vanlukkufráboðan á sjónum
Vit hava longu vegleiðing, sigur Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið.
 
15.06.2026 - 07:59

Sjóvinnustýrið eigur at hava greiða vegleiðing á heimasíðu sínari um, hvussu boðast skal frá vanlukku á sjónum.

Tað heldur Reiðarafelagið fyri handilsskip, nú kunngerð er á veg, sum áleggur skipara og reiðara at boða Sjóvinnustýrinum frá um vanlukkur, andlát og hendingar á føroyskum ella útlendskum skipi í føroyskum sjógvi.

Tað hevði verið gott, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip, um greið vegleiðing verður á heimasíðu Sjóvinnustýrisins, sum sigur, hvussu slíkar fráboðanir skulu latast inn, hvørjar upplýsingar skulu vera við, møgulig fráboðanarskjøl og hvussu latið verður inn í vanligari skrivstovutíð og uttan fyri vanliga skrivstovutíð. 

Sambært uppskotinum um kunngerð skal Sjóvinnustýrið árliga boða ILO frá um andlát á skipi, sum eru fráboðað stovninum.

ILO er ST-stovnurin, sum viðger arbeiðsmarknaðin og arbeiðsumstøður.

Hevur longu vegleiðing
 

Sjóvinnustýrið hevur longu vegleiðing um vanlukkufráboðan á sínari heimasíðu.

Og har hevur hon verið í nógv ár.

Tí undrast Sjóvinnustýrið á, at Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at Sjóvinnustýrið eigur at hava greiða vegleiðing á heimasíðu sínari um, hvussu boðast skal frá vanlukku á sjónum.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at stýrið á heimasíðu sínari kunnar um fráboðanarskyldu um vanlukkur. 

Har eru eisini oyðibløð.

Ein kunngerð er á veg, sum áleggur skipara og reiðara at boða Sjóvinnustýrinum frá um vanlukkur, andlát og hendingar á føroyskum ella útlendskum skipi í føroyskum sjógvi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473