Sjúkrarøktarfrøðingar handa sáttmálakrøvini hósdagin

Sjúkrarøktarfrøðingar handa sáttmálakrøvini hósdagin
Óluva í Gong, forkvinna, vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um krøvini eru innan fyri lønarkarmin hjá teimum 12 fakfeløgunum og Fíggjarmálaráðnum
Óluva í Gong er forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.06.2026 - 11:52

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fer á fyrsta samráðingarfund við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hósdagin. 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, sigur, at talan verður um stuttan fund, har krøvini verða handað. 

- Tveir innleiðandi fundir eru eisini settir á skránna, har gingið verður í gjøgnum krøvini, og hvat vit gera, sigur forkvinnan.

 

Onga viðmerking til lønarkarmin

Hon hevur onga viðmerking til spurningin, um krøvini frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru innan fyri felagskarmin, sum 12 fakfeløg og Fíggjarmálaráðið hava avtalað. Sambært lønarkarminum verður lønarhækkingin 3,87 prosent, frá 1. oktober í fjør til 30 september í ár.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er ikki við í avtaluni um lønarkarmin. 

Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingafelagnum fór úr gildi 1. januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985