Heilsuskúlin byrjar flokk í Havn í august

Heilsuskúlin byrjar flokk í Havn í august
19 næmingar vera í flokkinum, og tað er nóg mikið at byrja við
Vivie Davidsen er stjóri á Heilsuskúlanum.
 
16.06.2026 - 13:03

Heilsuskúlin byrjar heilsuhjálparaflokk í Havn í august.

Í fyrsta umfari vóru bara 14 umsøkjarar, men nú verður flokkurin 19 næmingar, og tað er nóg mikið at byrja við

Næmingarnir eru allastaðni úr landinum.

 


Undirvísing verður í Havn og í Suðuroy, og eisini á netinum. (Savnsmynd)

 

Heilsuhjálparaútbúgvingin eftir nýggja leistinum tekur 25 vikur, og verður liðug í januar. Næmingarnir eru í skúla í Havn og í Suðuroy, og undirvísing er eisini á netinum. 

Umframt heilsuhjálparaflokkin, byrjar ein heilsurøktaraflokkur eftir nýggja leistinum eftir summarfrítíðina. Har vera 18 næmingar, og útbúgvingin tekur trý ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16062026_Heilsuhjalparar


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659